Umhvørvi:

  Spælið kann verða spælt har skótabólkurin ynskir at spæla tað, men tó verður viðmælt at spæla tað uttanfyri.

Tilfar:

  Eitt langt reip

Vegleiðing:

Skótarnir verða deildir uppí tveir bólkar. Síðani verður eitt langt, helst rímiliga sjónligt og tjúkt reip lagt allan vegin tvørturum miðjuna á spælibananum, og bólkarnir stilla seg á hvør sína síðu av reipinum. Tá báðir bólkarnir eru klárir at spæla verður ein skóti valdur út til at byrja í tí eina bólkinum fyrst. Tá skótin er valdur, og alt annars er klárt andar skótin einaferð djúpt inn, og rennur síðani yvirum reipið til hin bólkin. ímeðan skótin rennur yvirum hevur hann ikki loyvi til at anda aftur, og skal hann siga 'Jip Jip Jip' allatíð ímeðan hann rennur. Tá skótin er komin yvirum skal hann nerta við ein ella fleiri av skótunum í hinum bólkinum, og síðani skunda sær yvirum bandið aftur. tað sum so er umráðandi hjá skótunum í hinum bólkinum er at fanga tann skótan, ið rann yvirum til teir, tí um hann kemur yvirum bandið aftur, og kemur 'heim', so eru allir teir skótarnir, ið hann hevur nortið við deyðir,  og skulu úr spælinum. Um skótin hinvegin ikki klárar at koma yvirum bandið uttan at anda inn aftur, og hann steðgar við at siga 'jip', so doyr tann skótin. Tá tann skótin, ið byrjaði antin er deyður, ella er komin yvirum aftur reipið verður mannagongdin endurtikin, tó við hinum bólkinum. Tann bólkurin, ið til endans hevur flest skótar eftir vinnur.