Skótaroyndirnar fyri skótar er skipa í trýggjar høvuðs lutir, Skótaroyndin, II. flokksroyndin, og at enda
I. flokksroyndin.

Skótaroyndin
Hetta er grundstøði hjá einum skóta, har ein lærir grundleggjandi skótakynstur.
Eftir at hava staði skótaroyndina, kann ein kalla seg skóti. Eisini hevur man møguleika fyri at luttaka á riddaravenjing og blíva Riddari, ið tekur støði í skótakynstrum.

II. flokksroyndin
Tekur støði ið at brúka síni skótakynstur, og fara saman sum patrulja, á eina patrúljulegu har man býr í tjaldi, og gera sín egna mat.
Eftir at hava staði II. flokksroyndina, hevur man møguleika fyri at luttaka á krossriddaravenjing og blíva Krossriddari, ið tekur støði í patrúljusamstarv.

I. flokksroyndin
Tekur støði ið at taka ábyrgd og at klára seg sjálvan á ein og hvørjari legu. Her skal patrúljan sjálv skipa sína egnu patrúljulegu, har sovi verður í bivuak og uttan nakar leiðari hjálpir til.
Eftir at hava staði I. flokksroyndina, hevur man møguleika fyri at luttaka á paladinvenjing og blíva Paladin, ið tekur støði í at klára seg sjálvan.