Beint nú ert tú sikkurt ein sárføttur, ein ið ongantíð fyrr hevur roynt skótalívið, “sárføtt” tað kalla vit tey, ið ikki enn eru vornir skótar. Tá ið tú hevur staðið skótaroyndina kanst tú kalla teg fyri skóta.

Fyri at gerast skóti skalt tú standa skótaroyndina, hon er fyri at tryggja at tú dugir tey mest grundleggjandi skótakynstrini. Tá tú hevur staðið hana, so sleppur tú at bera KFUM-liljuna á tínum høgra lumma á búnanum. Og far væl við henni, tí at hon er lívið hjá tær sum skóti.

Tá ið tú hevur tjena tær liljuna, so ert tú vorðin ein skóti og er partur av einum heimsumfatandi felagsskapi.

Øll sum luttaka á einari teltlegu hjá skótunum, skula hava staðið skótaroyndina frammanundan.

 

Fyri at gerast skóti skalt tú:

  1. Telgja ein teltpløkk
  2. Læra teg at kasta eitt reip so mikið væl at tú klárar at raka eit mál frá 12 meturs frástøðu.
  3. Í Kimspæli, við umleið 18 lutum svara 10 av 14 spurningum rættir.
  4. Fylgja eini slóð við altjóða skótateknum, sum ein 2. ella 1. Flokks skóti hevur lagt.
  5. Læra teg at knýta: Rættan knút, flaggknút, pelastikk, fishermans bend, stavnabregd, áttatalsknút. So mikið væl at tú klárar at knýta hvønn skjótari enn uppá 30 sekund.
  6. Fara í Kirkju við patuljuni ella liðnum.
  7. Við skótastevi klára ein túr uppá 1,6 km innan 13 minuttir.

1.  Telg ein teltpløkk

Áðrenn tú kann fara í holt við at telgja, so eru sjálvsagt nøkur ting, ið skula lærast. Allarfyrst skalt tú læra teg hvat fyri slag av knívi er best at telgja við. Ein óroyndur tekur sjálvsagt fyrst tann størsta knívin hann kann finna, men lat teg ikki lumpa, tí at ein stórur knívur er alt ov klossutur. Tak tær heldur ein dolk, við blaði styttri enn 10 cm.

Síðani er neyðugt at duga at handfara knívin rætt, tað er at duga at brúka hann so at hann ikki er vandamikil.

Og minst til at ein knívur skal altíð vera í slíðranum.

2.  Lær teg at kasta við reipi

At duga at kasta reip kann vera hent í nógvum førum í stórpioneering, brúgvabygging, á fáa ein enda millum tveir bátar og ikki minst fyri at bjarga neyðstøddum á sjónum. Hetta er ein grein sum tú eigur at venja væl.

Avbjóðingin hjá tær er at læra teg at kasta reip, so væl at tú klárar at raka eitt mál, sum er 1 metur breitt og í 12 meturs frástøður.

3.  Kimspæl

Kim var ein drongur sum var tikin inn av einum fregnartænastumanni, einari spión, í India, tí hann hevði eingi foreldur. Maðurin lærdi hann nógv ymisk ting, um at spionera, og eitt tað viktigasta er at minnast. Hetta lærdi hann við at leggja gimsteinar við ymiskum litum og skapum, á eitt borð og lata Kim eygleiða tað, í 1 minutt og síðani fjala teir undir frakkanum, og aftaná spurdi hann ymiskar spuringar, so sum hvussu nógvir vóru, hvussu nógvir av hvørjum litið o.s.fr. At byrja við gekk ikki so væl, men sum frá leið, so kláraði Kim at svara øllum spurningunum.

Tín avbjóðing er at klára at svara 10 av 14 spurningum rætt.

4.  Altjóða skótatekin

Fyri at gera tað lættari at fylgja slóðini eftir einum skóta, so kann hann leggja eitt spor við altjóða skótategnum, at fylgja slíkum sporum er eisini fyrsta stigið á leiðini til at læra seg at fylgja vanligum sporum. Fyri at vísa at tú dugir at fylgja teimum, skalt tú klára at fylgja eini slóð, tá ein eldri skóti er farin at leggja hana 20 min frammanundan.

5.  Knútar

Allir skótar eiga at duga minst 6 grundleggjandi knútar, og at knýta teir uttan trupulleikar. Fá ein  2. ella 1. Flokksskóta at vísa tær hvussu teir skula bindast.

Tá ið tú heldur at tú dugir teir nóg væl, so kann tú taka av avbjóðingini, og vísa at tú klárar at knýta hvønn av teimum í  minni enn 30 sekund.

6.  Kirkjan

Andaliga lívið er ein partur av skótaarbeiðinum, far tí í kirkju við patruljuni, og legg til merkis nær kirkjufólkið reisir seg og syngur osv.

7.  Skótastev

Tá skótar eru á ferð uttan fulla uppakking, so fara teir í skótastevi fyri at koma skjótt fram uttan at møðast.

Tá man fer í skótastevi, so gongur man skjóta-march 50 metur og síðani rennur teir næstu 50, meðan man gongur so hvílur man seg til at renna næstu ferð.

Tú eigur at klára í skótastevi at ferðast 1,6 km innan 13 minuttir.