Venjingarskipanin fyri skótar er skipa í tríggjar høvuðslutir, Skótaroyndin og Riddaravenjingin, II. flokksroyndin og Krossriddaravenjingin, og at enda I. flokksroyndin og Paladinvenjingin.

Riddara venjingarskipanin

Riddara-venjingarskipanin er skipað soleiðis, at skótarnir stigvíst verða lærdir í neyðugu førleikunum, soleiðis at teir støðugt mennast.

Í fyrstani verður størstur dentur lagdur á at læra vanligu skótakynstrini. Seinni verður størri dentur lagdur á at læra at vera partur av einum felagsskapi og at kunna taka leiðsluna.

Venjingarnar í skipanini eru hesar:

  • Riddaravenjingin
     
  • Krossriddaravenjingin
     
  • Paladinvenjingin
     

Á øllum venjingunum er sjálvandi góð skótasamvera við legubálum og øðrum hugnaligum løtum.