Skótabólkurin KFUM-Skótarnir við Løkin er partur av KFUM skótunum í Føroyum.

Allir limir hjá KFUM skótunum brúka somu limaskipan, og tí skulu okkara limir innlimast á felags limaskipanini, sí niðanfyri.

Øll, ið eru virkin í bólkinum skulu innlimast. Onnur, ið ynskja at stuðla arbeiðinum eru eisini hjartaliga vælkomin at innlima seg.

Limaskipanin er gjørd soleiðis at limirnir hanga í skipanini ár um ár við gjaldsavtalu gjøgnum Mínrokning. Tó so fær man ein teldupost áðrenn limagjaldið verður trekt hvørt ár, og hevur tá møguleikan at lima seg úr skótunum.
Tað er eisini altíð møguligt at rita inn á https://minrokning.fo og strika gjaldsavtaluna.

Limagjaldið er 350 kr árliga.

Limatalið hjá bólkinum er avgerandi viðv. fíggjarligum stuðli og atkvøðurætti í landsarbeiðinum. Tí hevur tað stóran týdning at fáa øll innlimaði.

PS. Tey sum búgva í Runavíkar kommunu skulla fara inn á https://spjaldur.runavik.fo og lima tykkum inn har.
Tó er umráðandi at vit móttaka allar neyðugar upplýsingar (sum minroking.fo spyr um) ísv. at skrásetta børn úr Runavíkar kommunu í samskipanina.
Tey sum búgva í arðari kommunu, skulu gjalda umvegis niðanfyri vegleiðing.

Vendi tykkum til Marius Hammer á tlf.nr. 270269 viðvíkjandi hesum, ella um tit hava aðrar møguligar spurningar.

 

Vegleiðing:

  1. Trýst á fylgjandi knøtt til mínroking.fo:
  2. Fyll “Innles tínar upplýsingar her” út.
    • GG: Hetta eru upplýsingar um limin, ikki tann, ið skrásetur.
      Um limurin er yngri enn 17 ár, skal fartelefon og teldupostur hjá einum av foreldrunum ella einum verja tó skrásetast.
  3. Áset gjald við at velja Runavík (KFUM-Skótarnir við Løkin).
    • Um tú brúkar telefon eru prikkarnir til gjøldini nakað forskotnir í mun til bólkanavn.
      Tú kanst leggja telefonini á liðina, ella opna leinki á eini teldu, um tú ynskir at síggja betri uppseting.
  4. Set flugubein í ”Eg góðtaki, at mínar upplýsingar verða skrásettar í Fastgjald, at P-talið/V-talið verður brúkt til at tryggja kontuna, at sjálvvirkandi gjaldsavtala verður tilmeldað, og at gjaldingar verða avgreiddar við tí føstu upphædd og títtleika, ið eg havi valt omanfyri.
  5. Skráset sjálvvirkandi gjaldsavtalu við p-talið, peningastovni og kontonr.
  6. Trýst á ”Melda til”.