Beint nú ert tú sikkurt ein sárføttur, ein ið ongantíð fyrr hevur roynt úlvalívið, “sárføtt” tað kalla vit tey, ið ikki enn eru vornir úlvar. Tá ið tú hevur staðið úlvaroyndina kanst tú kalla teg fyri úlvur.

Fyri at gerast úlvi skalt tú standa úlvaroyndina, hon er fyri at tryggja at tú dugir tey mest grundleggjandi úlvakynstrini. Tá tú hevur staðið hana, so sleppur tú at bera úlvamerki á tínum høgra lumma á búnanum.

Tá ið tú hevur tjena tær úlvamerki, so ert tú vorðin ein úlvi!
 

Fyri at gerast úlvur skalt tú:

  1. Duga úlvalógina, úlvalyftið og loysanarorðið og úlvabønina.
  2. Duga úlvaheilsuna og vita hvat hon merkir.
  3. Duga bønina Faðirvár.
  4. Kenna søguna um, tá ið Mowgli kom til frumskógin.
  5. Duga at reiða upp og at rudda í kamari tínum.
  6. Kenna 5 vanligar plantur, sum vaksa í Føroyum.
  7. Kenna altjóða skótateknini og fylgja eini slóð, har tey verða nýtt.
  8. Duga at skyna á klokku.
  9. Duga at knýta rættan knút, stavnabregd og sloyfu.
  10. Duga at flætta.
  11. Duga at smyrja ein matpakka at hava við á eini útferð