Ævintýramerkið er eitt upplivingarmerki, har man fer ein longri túr yvir ein dag ella fleiri. Fyri at ognast ævintýramerki skalt tú hava:

  • Lagt skrá og fingið útgerð og proviant til vega
  • Staðið fyri virkseminum, undir umsjón av eygleiðara
  • Greitt frá virkseminum á liðfundi
  • Sent uml. ½A4-síðu við teksti og uml. 5 myndir til heimasíðuna www.skoti.fo, við at senda tær sum mail til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 


Hike:

  • Vanlig hike eftir fjøllum ella vegi
  • Ríða á hestabaki
  • Súkkla millum bygdir
  • Rógvitúr millum bygdir
  • Reisa uppá “tummilfingurin”

Ævintýr:

  • Kanotúr við tjaldi
  • Túr við tyrlu
  • Reisa runt við almennum flutningstólum
  • Læra ein bý at kenna, sum tú ikki kennir áður
  • Sigla við motorbáti og vitja bygdir
  • Sigla longri túr við tunnuflaka
  • Rógvitúr har tað verður fiskað og tjaldað

Fjøll:

  • Ganga í fjøllum
  • Klintring
  • Vitja sjórænarahús og –holir og vakhús
  • Vitja 5 fjallatindar
  • Vitja fjøllini á ATV’ara

Vatn:

  • Snorkla á ymiskum støðum
  • Rógva við kajakk ella kano
  • Dragsa á luftpútu eftir skjóttgangandi bát
  • Standa á vatnskíð ella vindsurfa