Umhvørvi: 

   Hetta spælið skal helst verða spælt uttanfyri.

Tilfar:

   Frisbee, fótbóltur, gummibóltur, ella eitt hvørt annað, ið kann brúkast til at kasta.

Vegleiðing:

Meiningin í spælinum er at lofta gummibóltinum (ella tað, ið tit hava valt) nóg ofta til at kunna verða kastarin.

Ein skóti byrjar sum kastarin ímeðan hinir skótarnir samlast har sum teir halda at bólturin verður kastaður. Kastarin rópar síðani, áðrenn hann kastar, eitt virði, sum hann vil hava at kastið skal hava. Síðani kastar hann bóltin ímóti skótunum. Tann, ið er fyrstur at lofta bóltinum fær tey stigini, ið kastarin rópti áðrenn hann kastaði bóltin. Tann fyrsti, ið klárar at fáa 500 stig verður síðani tann næsti kastarin.

Reglur:

  • Tá ein nýggjur kastari kemur byrjar teljingin av stigum hjá skótunum av nýggjum, ella kunnu øll varðveita tey stigini, ið tey hava megna at fingið. alt eftir, hvat verður avgjørt áðrenn byrjan.
  • 'loftibóltur' - um kastarin rópar 'loftibóltur' áðrenn hann kastar, so vita skótarnir ikki hvat virði á kastinum er. Tað kann verða 500 ella -10.000, alt eftir hvat kastarin hevur avgjørt áðrenn hann kastar. Hetta verður tó alloftast ikki brúkt í byrjanuni av spælinum.
  • 'Jackpot' - um kastarin rópar 'jackpot' árðenn hann kastar, so verður tann, ið loftar tí kastinum automatiskt tann nýggi kastarin beinaveg. hetta verður tó oftast brúkt um tað er ein kastari sum hevur verið leingi, ella um hann skal avstað.