Um vikuskifti 22-25 mai var Paladin venjingin 2015 á Sandoynni.
Við á túrinum vóru 7 skótar frá KFUM-Skótunum við Løkin og  8 úr Skótalið KFUM's í Havn
Í alt fimtan skótar og fimm leiðarar gingu drúgva teinin runt oynna, ið endaði við at vera knappar 38 km.

Møtt var á gomlurætt har skótarnir vóru býttir í tríggjar patrúljur og síðani bleiv øll felagsútgerðin býtt út ímillum patrúljunar.

Tey skuldu bera mat, presendingar til biuvakk og aðra útgerð til teir næstu fýra dagarnar.

Veðrið var gott tað fyrsta kvøldið og lagið var gott, tveir kilometrar blívu lagdir afturum og síðani vóru biuvakkir settar upp við Norðara Hálsavatn, legan var síðani sett og farið var í posarnar.

Leygarmorgunin var leiðin sett eysturum ímóti Skálavík, á middegi byrjaði at regna og tað sleit ikki í aftur fyrrenn seint á kvøldið, skótarnir høvdu reist matarbiuvakkir upp áðrenn leiðaranir komu fram, og døgurðin bleiv síðani gjørdur og etin í skundi, soleiðis at ferðin kundi halda áfram. Tann síðsti teinurin til Skálavíkar var tann drúgvasti á degnum, øll vóru nú vát inn á kropp, øll útgerðin vigaði tað dupulta av øllum regninum, føturnar vóru eymar og øll vildu bara náa á mál skjótast gjørligt.

Komin til Skálavíkar, bleiv avgerð tikin um at leiga bygdarhúsið til at turka soviposar og annað vátt í. Biuvakkinar vóru tó settar upp uttanfyri bygdarhúsið og eftir legubálið var fari í hálvturrar og plaskvátar soviposar.

Morgunin eftir varð gingið til Sands, og aftur hesaferðí regni og vindi, hesin túrurin var tó lættari enn dagin áðrenn, Skótarnir fylgdu vegnum allan vegin og vóru í Sandi tríggjar tímar áðrenn leiðararnir ið gingu uppum fjalli og mundu gingi seg útav einum hamara, tó spældi alt væl av, tá teir skótarnir ið vóru Paladin skótar áðrenn leguna hjálpti leiðarunum at finna eina rás omanav fjallinum.

Allir skótarnir endaðu inni í Magn støðini, og vóru teir fyltir í sukri og orku til restina av VIKUNI.

Teir fingu nú til uppgávu at gera ein bát burturúr eini presending og gongustavum, báturin skuldi flotast á Sandsvatni, og tríggir skótar og ein leiðari skuldi vera í bátinum í fimm minuttir uttan at gerast vátir. Teir skótarnir ið vóru Paladinskótar áðrenn leguna fingu til uppgávu at gera ein ovn til primitiva matgerð.

Ímeðan vit vóru í holt við hesar báðar uppgávurnar, koyrdu nógvir sandoyingar framvið og summi steðgaðu at práta við okkum, tann eina konan sum steðgaði at práta við okkum segði soleiðis “tað eru bara skótar sum síggja so glaðir út í so ringum veðri”

Eftir 2 langar tímar var báturin klárur at flota og teir tríggir skótarnir og tann eini leiðarin fóru út í bátin, og báturin helt í fimm minuttir, hóast at allir fingu vátar føtur.

Eftir tað var tíð til primitiv matgerð, øll fingu hvør sítt epli at baka og nakrar kjøtfrikadellir at steikja. Ímeðan maturin varð gjørdur bleiv ein stór felags biuvakk gjørd á eini “terassu” á Sandsvatni.
Biuvakkin var akkurát stór nokk til 20 fólk, og teir flestu skótarnir vóru samdir um at hetta var tann besta biuvakkin á leguni.

Mánamorgunin varð morgunmaturin droppaður tí øll vildu sleppa til Skopunar sum skjótast, teinurin var lagdur afturum í ein øgiligan fart, og síðani var døgurðin gjørdur á Skopunarkai.

Síðani var endaseremoniin hildin á Kaini, og øll sloppu glað og vælnøgd umborð á Teistan

Leguleiðslan takkar fyri eina góða og harða Paladinvenjing.