Nú tá tú hevur tikið skóta royndina kanst tú av røttum kalla teg fyri skóta, og bara skótar kunna taka 2. flokksroyndina. Tú dugir at nýta knívin, kennir skótatekin og knútar. Tú ert eisini so væl fyri at tú klárar at ferðast í skótastevi. Og tú hevur kanska eisini luttikið á einari riddaravenjing og er blivin riddari.
Nú er tíðin búgvin til at tú fert við patruljuni á teltlegu – tað er júst hetta sum annan flokks royndin er um, ein annan flokks skóti hevur førleika til at klára seg sjálvan á einari teltlegu. Tað inniber at duga at gera sær mat, duga eitt sindur av fyrstu hjálp, kenna til djóra og plantulív.
Tá ið tú hevur staðið skótaroyndina, sleppur tú eisini at taka dugnatekin, tak minst 1 dugnatekin áðrenn tú fert í holt við 1. flokksroyndina.
Einasti mátin at læra at liggja í legu, er at gera tað, tí skal ein annan flokks skóti, í minsta lagið hava sovið 4. nætur í tjaldi, á skótalegu. Næturnar kunna vera spjaddar yvir tvær til tríggjar legur. Minst tvær av teimum skula vera á patruljulegu.
Á legum og í tí dagliga kemur tað fyri at onkur gerst sjúkur. Búkilska er ikki nem at lekja, men hon kann fyribyrgjast við at verða reinligur tá tað kemur til matgerð. Høvuðpína kemst aloftast av ikki at drekka nóg mikið ella av at verða í ringari venjing, eitt glas av vatni um tíman skal orna hana. Men kemur tað fyri at onkur smekkar seg í, og fær høvuðpínu, so skal viðkomandi sleppa at liggja niðri í friði eina løtu.
Sí annars skótan, fyri víðari frágreiðing.
At kenna til djór og plantur sum liva í náttúruni kann verða sera hent til tíðir, serliga at kenna tær plantur sum kunna brúkast til at kóka sær súpan, og eisini at kenna tær ið kunna vera eitrandi. Tær eru ikki nógvar í Føroyum men tað kann koma fyri.
Avbjóðingin til tín er at taka myndir av ella gera tekningar av dýrum og/ella plantum í sínum nátúrliga umhvørvi, og síðani finna útav hvat slag tað er, og síðani greiða frá á einum patrulju- ella liðfundi um myndirnar.
Fyri plantur skal tað vera: Hvussu eitur plantan, er hon vanlig í Føroyum, hvar vaksur hon, og kann hon etast.
Fyri fuglar: Er tað flytifuglur, um so er nær er hann í Føroyum, er hann friðaður ella er tað loyvt at veiða hann, nær verpur hann.
Tá skótar ferðast í haganum, so hava teir altíð kort og kumpass, við so at teir ikki skula villast. Tað er tí alneyðugt at duga at nýta kort og kumpass.
Hygg í skótan fyri at læra meir.
Ein rættur skóti dugir at kynda bál, fyri at fáa varman, til undirhald og ikki minst eisini til at gera mat. Tað er eisini ein stuttlig avbjóðing at vita um ein klárar at gera tað við so fáum svávulpinnum sum gjørligt. Til avbjóðingina, so skalt tú klára at kynda eitt bál við í mesta lagið tveimum svávulpinnum.
Ein gongustavur er ein stavur sum er 3-4 cm í diametur, og longdin er millum høvdið og herðarnar - tó ikki styttri enn 160 cm. Hann skal ikki hava pík, tí at hann er til at føla seg fram við í myrkri, ein hølkur kann gerast um niðara enda, fyri at hann ikki skal klúgvast.
Gongustavurin kann brúkast til alt møguligt t.d. at byggja bivuak, at gera tráðu at fiska við og mangt annað. Tú kann vinda eitt band um hann, so at tú hevur eyka band til bardunir o.a.
Fyri at tryggja at tú heilt 100 prosent dugir tað í skótaroyndini, skalt tú hava ein “lærling”, ein sum tú skalt læra alt, sum hann skal duga fyri at gerast skóti.
Les eina andakt upp á einum patrulju-, liðfundi, á legu ella til okkurt annað skótavirksemi.