Print

Dugnatekin eru persónlig merkir ið ein skóti kann ogna sær við at útinna krøvini fyri eitt merki.

Dugnatekini eru býtt upp í trý stig. Einstaklingarmerkir, Patrúljumerkir og ævintýra merkir.

Dugnatekini skulu øll seymast á høgra arm, tó ævintýra merki undantikið ið skal liggja ovast á høgru bringu, omanfyri flag og staðarnavn merki.

Einstaklingamerkir:
Hetta eru merkir, ið ein skóti klárar at útinna sjálvur. Her skal skótin praktisera og uppá rættan hátt, útinna eitt skótakynstur t.d. seta telt upp, gera 10 knútar ella gera eina máltíð á spritt/gas-køki o.a.

Krøvini fyri einstaklingamerkir eru:

Patrúljumerkir:
Hetta eru merkir, ið ein skóti saman við patrúljuni skal útinna størri uppgávur. Flest patrúljumerkir byggja víðari uppá
einstaklingamerkini.
Her skal patrúljan saman gera eitthvørt. T.d. pionera eitt stórt torn, fara telt túr, gera eina flotta knútatalvu við alskyns knútum o.a.

Krøvini fyri einstaklingamerkir eru:

Ævintýra merki:
Hetta er merki har skótin yvir ein dag ella fleiri skal fara eina upplivingar ferð til eitt hvørt einsamallur ella saman við øðrum. T.d. fara hike eftir fjallarøðum, kanotúr millum oyggjar, vitja og læra nýggja bý/bygt at kenna o.a
Ævintýra merki er býtt upp í 4 partar: fjall, vatn, hike og ævintýr. Har man síðani setur tey saman til eitt merki

Krøvini fyri ævintýra merki eru nokkso leys, men skulu tó vera rímiliga umfatandi.

 

Niðanfyri sæst hvar merkini eiga at sita: