Print

Í 2013 fingu skótarnar nýtt skótahús ið var tikið í nýtslu á 30 ára føðingardagnum tann 10. juni 2013.

Við húsinum hava vit hjá KFUM-Skótunum við Løkin rættuliga góðar umstøður til eitt hvørt virksemið fyri skótar og annað

Til húsið hoyra 2.200 m2 av ogn, og beint niðanfyri eru gøturnar til Toftavatn. Sjálvt húsi er í trimum lonum:

Í húsinum er pláss er fyri uml. 100 sovandi gestum, fundarhøli til 200 fólk, fundarhøli til 30 fólk og miðhøllin uppá 230 m2 kann nýtast til nógv ymisk endamál. Til ber at borðreiða fyri 240 gestum í miðhøllini. Hetta gerð, at húsini og umhvørvi er væl egnað til mong tiltøk

 

Til ber at leiða skótahúsið til eitt hvørt tiltak.

Um tú ynskir at leiða húsið, kanst tú seta teg í samband við Marna Knudsen tlf.: +298 225253