Print

KFUM-Skótarnir á Glyvrum vóru stovnaðir 10. juni í 1983 og húsaðust fram til 2010 í missionshúsinum á Glyvrum.

Í 2010 fluttu skótarnir út í eini eldri hvít sethús við Mýravegur 22. Skótarnir skiftu hetta ári eisini navn til KFUM-Skótarnir við Løkin.

Í ár 2013 bleiv nýggja stásiliga skótahúsið liðugt og bleiv tikið í brúk á 30 ára føðingardagin hjá KFUM Skótarnir við Løkin.