19. juli fór eitt ferðalag av 68 skótum og leiðarum á ferð til Japan til 23. heims Jamboree, ið var hildin til í Kirara-hama í Yamacuchi. Evni á hesari leguni var "和" (WA): 'a Spirit of Unity', sum m.a. merkir ein eind, samlag, samstarv, vinalag og frið. Av teimum 68 vóru 44 skótar, 5 liðleiðarar og 19 IST'arar. Har av vóru vit 5 skótar og 1 leiðari við frá KFUM-Skótunum við Løkin. Ávegis til Jamboree'ina høvdu skótarnir eina góða viku rundferð, har teir m.a. fingu uppliva býirnar Tokyo, Osaka og Kyoto.

 

Sunnudagin 19. juli var farið við atlantsflog til Danmarkar har vit gistu eina nátt á skótasentrinum Holmen. Her var lagið gott og hugnin var stórur fyrsta kvøldið við pizza sum nátturði og nógvum spølum, har skótarnir millum annað hugnaðu sær við eini yipp-kapping.

Morgunin eftir var so farið í holt við at pakka saman aftur, rudda upp og síðani aftur til Kastrup. Kl 15:45 var farið úr Kastrup ávegis til Tokyo. Eftir einum 10 tímar og 50 minuttir langum flogtúri lendu vit kl. 09:35 týsdagin 21. juli í Tokyo Narito Airport til allar fagrasta veður við 33 gradir hita og sól.

19. juli fór eitt ferðalag av 68 skótum og leiðarum á ferð til Japan til 23. heims Jamboree, ið var hildin til í Kirara-hama í Yamacuchi. Evni á hesari leguni var "和" (WA): 'a Spirit of Unity', sum m.a. merkir ein eind, samlag, samstarv, vinalag og frið. Av teimum 68 vóru 44 skótar, 5 liðleiðarar og 19 IST'arar. Har av vóru vit 5 skótar og 1 leiðari við frá KFUM-Skótunum við Løkin. Ávegis til Jamboree'ina høvdu skótarnir eina góða viku rundferð, har teir m.a. fingu uppliva býirnar Tokyo, Osaka og Kyoto.

 

Sunnudagin 19. juli var farið við atlantsflog til Danmarkar har vit gistu eina nátt á skótasentrinum Holmen. Her var lagið gott og hugnin var stórur fyrsta kvøldið við pizza sum nátturði og nógvum spølum, har skótarnir millum annað hugnaðu sær við eini yipp-kapping.

Morgunin eftir var so farið í holt við at pakka saman aftur, rudda upp og síðani aftur til Kastrup. Kl 15:45 var farið úr Kastrup ávegis til Tokyo. Eftir einum 10 tímar og 50 minuttir langum flogtúri lendu vit kl. 09:35 týsdagin 21. juli í Tokyo Narito Airport til allar fagrasta veður við 33 gradir hita og sól.

Rundreisa í Japan Tokyo, Osaka og Kyota 21-28. juli

Eftir ein busstúr, eina metro og ein gongutúr við eitt sindur av leiting komu vit endiliga fram á hotellið hjá okkum, ið var traditionelt japanskt, og her skuldu skótarnir búgva í 2 samdøgur.

Fyrsta dagin í Tokyo var mest sum bara slappa av eftir longu flogferðina, har skótarnir fyri mesta bara hildu til rundan um hotellið. Seinni út á kvøldið var farið ein túr út í býin at fáa sær okkurt gott til matna.
 

Mikudagin 22. juli vóru vit og vitjaðu Tokyo Metropolitan Government Building, ið er 243m høgt við 48 hæddum og hýsir býar stjórnina fyri Tokyo. Sum vitjandi sluppu vit uppá 45 hædd 202 m uppi, ið er tourist hæddin við eini matstovu og suvenir handlum. Har var gott útsýni yvir allan býin, og har kundi man eisini síggja Mount Fuji, ið liggur nakað uttanfyri Tokyo.

Frá Tokyo Metropolitan var farið víðari inn í býin til kendu gongugøtuna Takeshita Street, ið er ein lang flott gongugøta við einum hópum av handlum. Her sloppu skótarnir at ganga runt og keypa og síggja breiða úrvalið av japanskum vørum. 

Hósdagin 23. juli var dagurin har skótarnir skuldu á Home-Hospitality (stytt Ho-Ho). Skótarnir skuldu í 2 nætur frá 23.-25. juli búgva privat 2 og 2 hjá japanskum skótafamiljum. Helvtin av skótunum skuldu búgva í býarpartinum Minami og hin helvtin í býarpartinum Okumusashi. Skótarnir skuldu hendan morgunin pakka sær tann lítla ryggsekkin við øllum tí teimum tørvaði til Ho-Ho. Teir stóru ryggsekkarnir blivu síðani sendir avstað til Jamboree leguøkið.

Teir tilkomnu skótarnir IST'arir og leiðarir, ið ikki skuldu á Ho-Ho fóru við bussi til Tokyo Central Youth Hostel at búgva meðan skótarnir vóru á Ho-Ho. Hesi fingu øll møguleikan at fara á eina 2 dagar túr niðan á Mount Fuji, ið er 3.776 m høgt. 10 IST'arir og 2 leiðarir tóku av hesum møguleikanum og fóru drúgva túrin niðan á toppin á fjallinum.
    Hinir IST'arnir, ið ikki fóru við til Mount Fuji, fingu 2 eyka dagar til rundferð í Tokyo og fingu uppliva mangt og hvat, m.a. kenda ljóskrossið Shibuya.
 

Leygardagin 25. juli, tá ið bæði skótar og IST'arar vóru komnir aftur frá ávikavist Ho-Ho og Mount Fuji, var gjørt klárt at ferðast suðureftir. Pláss skuldi bíleggjast til snar-togið Shinkansen til Osaka, har vit skuldu búleikast teir næstu 3 dagarnar. Togið, vit koyrdu við, er av slagnum Nozomi. Hesi eru Japans skjótastu snar-tog og koyra við eini ferð á upp til 320 km/t. Tann 515 km langi teinurin frá Tokyo til Shin-Osaka tók góðar 2 tímar og 25 minuttir. Tá komið var til Shin-Osaka, var gist á Osaka Corona Hotel, ið lá bert 5 min frá togstatiónini. Skótarnir vóru glaðir fyri ikki at skula ganga so langt hesaferð.

Hetta kvøldið hittist alt danska kontigenti 443 skótar, IST og leiðarar til felags døgurða á Osaka Shinsaibashi Conference Center. Maturin, vit fingu, var ein blandingur av japanskum traditionellum mati, so sum rís, pasta og ymiskt grønmeti, og at drekka var sjálvandi onki annað enn grønt te.

Eftir døgurðan var farið ein túr til vælkenda Dotonbori-gawa ánna. Ávegis til Dotonbori-gawa komu vit inn á Shinsaibashi shopping street, ið er ein ógvuliga lang, innilukkað handilsgøta. Her stór trívdust skótarnir við teimum nógvum handlunum og flottu ljósreklamunum. Fleiri av teimum ynsktu sær eisini meir at eta aftaná felags døgurðan, tí japanski maturin ikki fall væl niðurum hjá øllum. So fyri tey bleiv tað ein McDonalds túrur, tí tað dáma líka sum øll.
Eftir at hava gingið eina løtu eftir undirfulla handilsgøtuni, komu vit fram til Dotonbori-gawa ánna og tað flottu brúnna Ebisu Bridge tvørtur um har. Hetta økið imponeraði okkum so nógv, at vit avgjørdu at vitja staðið aftur seinnapartin dagin eftir, sum skótarnir eisini fegnaðust um.

Sunnudagin 26. juli fóru IST'arnir víðari til Jamboree'ina at gera klárt til, tá ið skótarnir skuldu koma tann 28. juli. Skótarnir vóru hendan fyrrapartin og vitjaðu Osaka Castle Park, ið er ein gomul borg frá 1583, sum tó er oyðiløgd og bygt uppaftur fleiri ferðir. Rundanum borgina vóru múrar við voldgrøvum, sum saman við borgini hýsti eina stóra flotta viðarlund. Her fingu skótarnir høvið til at spáka sær ein túr. Inni á økinum var eisini eitt gamalt tempul, har ein trop-mynd var tikin í samband við eina tempul myndakapping millum teir 9 tropparnar í danska kontigentinum. Her vóru eisini fleiri suvenir handlar og matstøðir, og eftir at hava etið sluppu skótarnir ein túr inn í sjálva borgina.
    Út móti seinnapartin var so fari úr Osaka Castle og ein túr til Dotonbori aftur, har skótarnir fingu meira tíð til at shoppa og hugna sær eftir flottu gøtuni. Seinni um kvøldið var so fari til eitt kareoke hús. Har bar til at leiga sær eitt kareoke kamar, ið lá beint við Ebisu brúnna við Dotonbori. Har var veistla og hugni inni fyri restin av kvøldinum.
 

 

Mánadagin 27. juli fóru vit ein túr til Kyoto at uppliva mentanarlig kend støð, m.a. Golden Pavilion Temple og Nijo Castle. Eftir at hava koyrt áleið ein tíma við JR linjuni til Kyoto, fóru vit við bussi til tað vælumtókta gulltemplið Kinkaku-ji, ið er eitt gamalt zen-buddhistiskt tempul dekka við blaðgulli. Vit sloppu tó ikki inn í sjálvt templið, men viðarlundin rundan um var sera vøkur og hevði nógv at bjóða. Har kundi ein keypa sær ein ís og seta seg niður og njóta japansku náttúruna við vatnið har m.a. stórir gullfiskar livdu.



 

Um seinnapartin fóru vit víðari inn í býin, har vit um reppið náddu Nijo Borgina áðrenn hon lat aftur, og vit fingu uppliva Ninomaru bygningin, ið er eitt palass sett saman av 4 stórum bygningum. Hetta var staðið, har Shogunin brúkti til formligu skyldurnar. Her sóu vit nógv ymisk rúm, ið Shogunin brúkti til at stýra og vísa sína magt við, m.a. stóra rúmið har hann tók ímóti samuraiunum frá teimum ymisku landspartunum í Japan. Tað var tíverri ikki loyvt at taka myndir inni í Ninomaru palassinum. Tá vit komu út aftur úr palassinum, fingu skótarnir ein góðan hálvan tíma at spáka runt í vøkru viðarlundini og víðari yvir innaru voldgrøvuna til innaru borgina Honmaru, sum vit tó ikki sloppu inn í.

Eftir vitjanina á Nijo Castle var tíð at finna sær eitt stað at eta, og bleiv tað enn einaferð til McDonalds. Móti kvøldið leitaðu vit okkum síðani oman til eina Geisha gøtu, ið er ein rímiliga traditionel japanskt gøta. Her vóru fleiri smáir handlar og te-hús, har gaishaer, ið eru ungar japanskar kvinnur í kimono drakt, enn arbeiða. Tá klokkan síðani nærkaðist 21, var fari heimaftur við toginum til Osaka Cerona Hotel.

Tíðliga morgunin eftir  var gjørt klárt at fara avstað suðureftir til sjálva Jamboree'ina í Yamacuchi.

Jamboree'in 28. juli - 9. august.

Týsdagin 28. juli vóru vit uppi kl. 05:00 um morgunin at pakka saman, og síðani var farið avstað til togstatiónina við Shinkansanum og víðari til Yamacuchi. Tog túrurin vardi beint yvir 3 tímar. Fleiri aðrir skótar úr ymiskum londum komu við umborð á túrinum. Tá ið vit komu til togstatiónina í Yamacuchi, kom orduligur skótastemningur á okkum. Togstatiónin var øll prýdd við jamboree búmerkjum. Har bíðaðu IST'ararnir, ið skuldu hjálpa okkum víðari til sjálvt Jamboree leguøkið.

kl. 11:30 komu vit til leguøkið. Veðrið var skýggja, men her var allígavæl væl heitari enn í Tokyo. Vit vóru móttikin og bjóðað vælkomin av sólbrendum føroyskum IST'arnum og NHQ, ið høvdu arbeitt á leguni í tveir dagar at gera alt klárt. Spenningurin var stórur til komandu dagar.
Fyrsta uppgávan var at innskriva okkum og síðani at finna og byggja upp okkara leguøki. Her skuldu telt setast upp, sum føroysku IST'arnir hjálptu okkum við, og liðútgerð skuldi heintast úr subcamp teltinum, so sum borð, stólar, køksgreiðir og mangt annað.
   Patrúljurnar 1-4 høvdu leguøkið á Western Hub Kuji Sub Camp, meðan patrúlja 5 hevði leguøkið á Northern Hub Daisetsu Sub Camp saman við tveimum Íslenskum patrúljum og einari patrúlju úr Litava. Restin av degnum var síðani brúktur til at ganga runt og fjakka á stóra leguøkinum og at finna útav, hvussu alt sá út.

Mikudagin 29. juli var arbeit víðari við at fáa leguøkið liðugt. Ein inngangsportalur skuldi surrast og upp at standa, og vit leiðarar gjørdu okkum eitt forhang til teltið, so alt bleiv so deiliga hugnaligt. Seinnapartin høvdu skótanir so frí til at hugna sær eina løtu áðrenn tann stóra byrjanarhátíðarhaldið byrjaði. Nøkur lóu bara á leguøkinum og sólaðu sær í góðveðrinum, meðan onnur fór út at spáka sær ein túr og møguliga heilsa uppá arðar skótar.

Tá klokkan nærkaðist 17:00, skuldu øll gera seg klár til at savnast uppi við subcamp teltið, har vit síðani gingu skrúðgongu til Arena'ina til stóru byrjanarhátíðarhaldið. Ávegis til Arena'ina var sera nógv lív í. Tað var veitra við fløggum, skótaróp vóru rópt og sangir sungnir, og lagið á skótunum var í toppi. Kl. 19:00 byrjaði so tað stóra showið, har Heims Skóta Jamboree'in var skotin í gongd við einum brakið og Jamboree sangurin 'A Spirit of Unity' bleiv sungin fyri fyrstu ferð. Hátíðarhaldið byrjaði við eitt stórt trummushow, og eisini vóru sangarar, ið framførdu. Eisini var eitt flagghátíðarhald, har øll tey umboðaðu londini gingu niðan á pallin við sínum flaggið. Síðani vóru røður og heilsanir hildnar av m.a. leguovastanum, borgarstjóranum í Yamacuchi og Chairman fyri World Scout Commitee.
   Eftir byrjanarhátíðarhaldið gingu øl skrúðgongu av aftur Arena'ini og heim til sítt leguøkið, har skótarnir so høvdu frí restina av kvøldinum.

Hósdagin 30. juli høvdu skótarnir (patrúlju 1-4) frí fyrrapartin til Free Time Activity og seinnapartin skuldu tey so til teirra fyrsta aktivitet, ið var GDV (Global Development Village). Skótarnir vóru allir upp longu kl. 7:00, tí tað ikki bar til at sova nakað serliga nógv longri vegna hiti. Teltini blivu so heit, at tað var snøgt sagt ikki inniverandi í teimum eftir, at sólin var komin upp. Kl. 14:00 fóru vit so øll avstað til GDV, ið lá tætt við leguøkið hjá okkum. Har lærdu skótarnir gjøgnum ymisk virksemi, hvat tey í sínum dagliga degi kunnu gera fyri at hjálpa við ymsar globalar trupulleikar. Her vóru Menniskjarættindi, Global Warming, og hungur viðgjørd frá 5 ymiskum sjóðnarvinklum: Frið, Umhvørvið & Burðardygd, Menniskja Rættindi, Heilsu og fátakradømi.
   Kl. 17:00 var GDV liðugt, og vit fóru heim aftur á leguøkinum at gera nátturða. Síðani var frí virksemi restin av kvøldinum, har skótarnir slappaðu av, vitjaðu arðar skótar ella fóru ein túr til Supermarknaðin ella Skótahandilin at keypa sær ymiskt.

Fríggjadagurin 31. juli var ein langur dagur hjá skótunum. Vit skuldu á okkara fyrsta 'off-site' aktiviteti, ið vóru aktivitetur uttanfyri leguøki og kravdu bussferðing. Millum Kl. 05:50 og 06:10 skuldu patrúljurnar vera klárar á bussplássinum til Community aktivitet, har skótarnir skuldu út at uppliva mentanin og lívið í ymiskum býunum í Yamacuchi amtinum. Kl. 04:00 blivu skótarnir so vaktir av leiðarunum, og tað tók sína tíð hjá teimum at koma út úr teltinum. kl. 05:00 skuldi morgunmatur heintast. Morgnunmatarkøin var rættuliga long hendan morgunin við subcamp teltið, men kl. 05:40 var morgunmaturin komin ti leguøkið. Patrulja 1, ið skuldi vera á bussplássinum kl. 05:50 mátti tískil bara taka sær matin við í hondina og eta hann ávegis til bussin. Patruljur 2 og 3 skuldu avstað kl. 06:00 og patrulja 4 kl. 06:10.
   Patrulja 2 og 3 ferðaðust saman til hendan aktivitetin, har tey aftaná ein 2 tímar langan busstúr komu til ein Elementary School, ið er grundskúlin í Japan. Her sluppu skótarnir at heilsu uppá teir japansku skúlanæmingarnar, har tey fyrst spældu ymiskt spøl saman í eini ítróttarhøll. Síðani vóru tey býtt sundir og koyrd inn í flokksstovur at leggja saman origami pappír figurar. Eftir skúlavitjanina varð farið aftur í bussin, har tey fingu døgurðamatpakkan, og so koyrdi bussurin víðari til eina brannstøð. Á brannstøðini var greitt frá, hvussu japanska sløkkiliðið er skipað. Her fingur skótarnir eisini høvið til at royna ymisk av sløkkiliðsútgerðini, m.a. tungu sløkkiliðsklæðini, royk kamar, at fara 15m upp í luftina við brannbilstiga, spula við brannslangu og síggja, hvussu ein japanskur sjúkrabilur er innrættaður. Hetta var alt sera áhugavert hjá skótunum. Serliga at spula við brannslanguni, har fleiri skótar blivu vátir, dámdi teimum væl, tí tað køldi deiliga væl niður í nógva hitanum. Eftir brannstøðina fóru tey síðani aftur til leguøkið, og vóru patruljur 2 og 3 heima áleið kl. 17:30. Hinar patruljurnar vóru komnar heim áðrenn, og av tí sama stóð nátturðin klárur til patruljur 2 og 3. Afturfyri vóru tað tey, ið skuldu vaska upp.
 Patrulja 4 var inni í býnum Yamaguchi. Har vítjaðu tey ein djórðaagarð, har 8 ymisk sløg av apun búðu. Eisini sóu tey ein lokalan dans. Man dansaði í eini rekkju, tónleikur spældi og ein maður diregeraði dansararnar, hvørju dansutøk tey skuldi gera. Skótarnir sluppu at læra dansin. Hetta var gjørt úti á eini grasfløtu í djórðagarðinum. Tað var yvir 30 hitastig, so sveittin lak av skótunum eftir dansin, men øll stuttleikaðu sær.
   Patrulja 5 var og vitjaðu ein bý, ið kallaðist Yanai. Fyrst sóu tey ein kendo framvísing, og aftaná fóru tey ein rundtúr í býnum. Har sóu skótarnir eina soya fabrik, gomul hús og vitjađu eitt museum, har tey gjørdu origami gullfiskar. Gullfiskurin er tekni hjá Yanai. Eftir døgurða møttu tey næmingar frá einum elementary school, sum tey spældu ymiskt traditionel spøl saman við, gjørdu kalografi á viftir og gjørdu fleiri origami gullfiskar. Sera stuttligur og væleydnaður dagur.
 

Leygardagin 1. august var tað aftur ein langur dagur, har skótarnir skuldu tíðliga upp. Hesa ferð skuldu vit avstað til Hiroshima Peace Program. Har fingur vit høvið til at síggja leivdir og frásagnir um ræðuligu hendingina, tá ið atombomban brast yvir Hiroshima fyri 70 árum síðani. Til hendan dagin skuldu allir skótarnir verða pent ílatir í búna og fingu boð um at vísa sera góða virðing og atburð á túrinum, tí hetta var sera álvarsamt fyri japanarnar. Eftir ein 3 tímar busstúr, komu vit til Hiroshima, har vit byrjaðu á einum forngripasavnið við frásagnum og lutum. M.a. vóru einar trappir, har skuggin av teimum gjørdu ein lítlan drong, og nógv annað, ið rørdi kenslurnar hjá skótunum. Aftaná fóru vit ein túr lítlan túr gjøgnum Hiroshima Memorial Park at hyggja eftir standmyndum, ið m.a. umboðaðu frið. Um middagsleitið var fari inn í ein stóran sal til fyrilestur um hendingina í 1945, tá ið atombomban, sum jarðlegði býin og drap 150.000 fólk, brast. Eftir fyrilesturin, vóru har áleið 10 skótar, ið fingu høvið til at fara upp á pallin at siga nøkur orð um sínar tankar og hugsanir um tað, sum tey hendan dagin høvdu hoyrt og sæð. Eftir fyrilestirin fóru vit síðani ein longri túr gjøgnum viðarlundina, har skótarnir fingu høvið at síggja "Gembaku Dome", ið var ein stórur og flottur ídnaðarbygningur, sum í dag er einasta húsaleivdin, ið stendur eftir.
   Kl. 15:00 fóru vit avstað aftur við bussinum til leguøkið og vóru vit heima aftur um 17:30. Tá varð farið eftir matinum og síðani at gera sær nátturða. Restin av kvøldinum var so brúktur til hugna, vitja arðar skótar, býta um merkir, fara í skótarmarknaðin ella bara slappa av á leguøkinum.

Sunnudagin 2. august var ein mentanarligur dagur á leguni (Cultural Exchange Day), har øll londini høvdu høvið til at vísa fram sína mentan og teirra traditionella mat til "Food festival", ið var seinnapartin av degnum. Um kvøldi var stórt Arena show á skránni.
   Tað mesta av fyrrapartinum var brúktur til at gera ma. Vit føroyingar høvdu tíverri ikki nakað tvøst og spik at bjóða, tí tað er bannað at innflyta mat til Japan. Ístaðin høvdu vit valt at gera drýl, ið jú er serføroyskt breyð. Eftir at hava verið í supermarknaðinum og keypt alt tilfarið, fóru vit í holt við at steikja drýl. Vit høvdu ei heldur nakran ovn, so fyri okkum bleiv tað pannudrýl. Tá klokkan varð 12:00 byrjaði matfestivalurin, og skótar allastaðni frá komu forbí at hyggja eftir, hvat føroyingarnir høvdu at bjóða. Somuleiðis vóru føroysku skótarnir eisini úti at royna matin hjá hinum. Drýlurin eydnaðist stak væl og øll, ið komu forbí, hildu tað smakka avbera væl og var eitt nógv betri breyð, enn tað tey higartil høvdu fingið á leguni. Tað bleiv skjótt uppi hjá okkum og kokkarnir vóru alla tíðina í fult sving við at baka meira.
   Kl. 15:00 var matfestivalurin av og fólk fóru so í holt við at skunda sær at rudda av. Vit høvdu fingið tað yvirraskilisi at vita, at Japanski krúnprinsurin skuldi koma og vitja tveir av grannunum hjá okkum, har annað var eitt Japanskt lið og hitt eitt Bretsk lið. Her vóru settar strengar reglur, og leguøkið skuldi vera 100% reint og ruddiligt. Løtu seinni kom ein rúgva av løgreglufólkum at halda vakt og tryggja sær at alt var í ordan, áðrenn prinsurin kom. Vit fingu at vita, at vit máttu ikki royna at taka í hondina á prinsinum ella geva honum nakrar gávur og ei heldur taka myndir. Sum tað einasta máttur vit gjarna bukka fyri honum. Allir skótarnir fingu boð um at lata seg í reyðu kontigent t-shirtina og so um at sita pent eftir rekkju undir telt takinum. Nakrir føroyskir IST'arir høvdu frætt at krúnprinsurin skuldi koma á vitjan á leguøkinum hjá okkum, so teir ætlaðu sær eisini oman til okkum at uppliva hesa stóru løtu. Men síðani teir vóru sindur seinir, sluppu teir ikki heilt til leguøkið hjá okkum soleiðis uttan víðari. Løgreglan hevði nevniliga sperrað økið rundan um av. So teir máttu fyrst sannføra løgregluna um, at teir vóru føroyingar. Teir blivu síðani leiddir oman til leguøkið hjá okkum, har løgreglan spurdi okkum "Do you know these guys?". Vit søgdu sjálvandi ja, og so sloppu IST'arnir eisini at síggja japanska krúnprinsin sum kom beint aftaná. Eftir vitjanina fingu vit eitt herðaklapp frá løgregluni fyri, hvussu fitt og dugnalig vit vóru. Løgreglan var sum skilst rættiliga nervøs fyri vitjanina, tí hetta var fyrstu ferð í japanskari søgu, at eitt kongaligt fólk í Japan vitjaði eina skótalega.
   Uml kl. 16:20 var krúnprinsurin farin víðari og vit máttu nú skunda okkum at gera okkum klár at ganga srúðgongu til Arena'ina. Føroysku skótarnir sluppu at sita væl tættari pallinum hesaferð, enn hvat tey gjørdu til byrjanarhatíðarhaldið. Øll vóru sera spent uppá, hvat showið hetta kvøldið hevði at bjóða. Til Arena showið var nógvur sangur og har var meir ella minni ein konsert, sum vildi nakað. Eitt av hæddarpunktinum var sera spennandi aerobatic flúgvara stunt, har ein kendur japanskur aerobatic flogskipari gjørdi loftfimleik við flogfarinum.
   Um kvøldið aftaná Arena tiltakið, hevði eitt lið frá Utah í Amerika, sum búði í grannalagnum, bjóða okkum til nátturða hjá teimum. Í tí sambandi høvdu tey fingið allan matin hjá okkum og nøkur borð og stólar. Kl 20:30 fingu vit boð um at maturin var klárur og harvið fóru vit øll yvir til leguøkið hjá Amerikanarunum. Har ótu vit nátturðan saman og síðani spældu og hugnaðu okkum saman fyri tað, sum var eftir av kvøldinum. Kl. 23 var fari heim aftur til okkara leguøkið, har man so smátt byrjaði at spáka sær inn í teltini til ein nýggjan dag.

Mánadagin 3. august var Vatn Program á skránni. Eisini hesa ferð skuldu vit vera burtur allan dagin. Vit vóru uppi kl. 05:00 at gera okkum morgunmat og síðani avstað við bussi áleið kl. 07:00. Vit koyrdu til eina stóra strond, har skótarnir sluppu at royna ymisk vatn og strond aktivitetir. Eisini sluppu skótarnir ein túr við einum skjótgangandi báti. Tey skuldu sita á einari luftpútu, ið var togað aftaná bátinum, so tað var um at halda sær føstum, so tey ikki duttu útí. Ikki megnaðu alir skótarnir hetta, og teir duttu so útí og blivu vátir. Eftir ein stuttligan dag á strondini, fóru vit heim aftur til leguøkið við bussinum.

Týsdagin 4. august var tað Kultur Program á skránni. Hesin dagur gekk fyri seg inn á leguøkinum, og skótarnir vóru glaðir fyri ikki at skula ótrúliga tíðliga upp og ferðast við bussi. Á mentanar økinum var eitt stórt telt við básum frá ymiskum londum, har skótarnir kundu ganga runt og royna ymisk mentanarlig ting. Teir kundu m.a. gera prýðislutir, mála/skriva við japanskum kanji teknum og mangt annað. Uttanfyri teltið vóru eisni básar, har man kundi royna ymiskt, so sum at ríða á hesta dukkum og kasta við lasso, píska við ungarnski písku, royna arabisk te o.a.
   Tá klokkan varð 12 var fari aftur til leguna. Síðani vit høvdu frítt program fyri restin av degnum, valdu vit at fara ein túr út í býin, ið lá bara 20 minuttir frá leguni, til eitt stórt shoppingsentur at eta døgurða. Í shoppingsentrinum sluppu skótarnir at velja, hvat teir vildu sleppa at eta. Nøkur vildu hava burgara og onnur ynsktu at royna sindur av japanskum mati so sum sushi. Eftir at øll høvdu etið seg met og væl sett, gingu vit runt í deiliga sentrinum og shoppa eitt sindur. Tá tað nærkaðist kvøldinum var farið heim aftur til leguøkið.

Mikudagin 5. august var tað Vísindi (Science) Program. Hesin aktivitetur var eisini ein fyrraparts aktivitetur, ið faktiskt lá beint yvirum vegin við leguøkið hjá okkum. Kl. 09:00 byrjaði programmið og skótarnir fóru øll yvir á vísidaøkið. Her vóru tað fleiri telt sett upp, har hvørt telt hevði eitt ella annað vísindaligt at vísa fram ella hjá skótunum at royna, har fokus var lagt á grønari orku. Inni á Science økinum var Helma Maria. Hon arbeiddi í einum telti, har man slapp at royna at byggja ein hybrid bil, sum ávikavist koyrdi uppá battarí ella sólorku. Ikki var tað heilt óvæntað at Helma Maria hendan morgunin fekk eitt stórt lið av føroyskum skótum at byggja Hybrid bil. Her fekk hvør skóti ein pakka við øllum tilfarinum og leiðbeiningar til at byggja sín hybrid bil. Tá skótarnir umsíðir gjørdust lidnir at byggja hybrid bilarnar, fóru vit at vita, hvør átti skjótasta bilin.   

Fleiri av skótunum, ið ikki vóru hjá Helmu Mariu, fóru til stóra teltið hjá Amerikanarunum, har man lærdi um námsídnaðin. Her var greitt frá, hvussu man í dag útvinnur málm so sum jarn, kopar, aluminum og onnur, ið saman gera upp okkara bilar, telefonir, teldir o.s.fr.  Her lærdi man alt um, hvussu man fyrst planleggur eitt nám, síðani gravar og knusar alt til sandstødd, sílar, sendir til reinsingarstøð (refinery), smeltar og síðani leverar. Eftir allari frágreiðingina vórðu skótarnir (sum komandi ættarlið) eggjaðir til at finna útav, hvussu man kundi gera alla hesa mannagongdina enn betri, grønari og meira effektiva. Eisini kom man inn á endurnýtslu, tí endurnýtslan ger at man ikki noyðist at gera so nógv av námsarbeiðinum, og harvið gerast kopar og onnur málm bíligari. At enda sluppu skótarnir at grava og leita eftir gulli í kassum fylt við vatn og sand, og hvør skóti slapp at eiga nøkur ektað gullpettir sum ein suvenir.
   Alt í alt var hetta ein sera áhugaverdur fyrrapartur fyri skótarnar, og lærdu teir mangt og hvat. Restin av degnum høvdu skótarnir frí til 'frítt virksemi', har tey gingu runt og býttu um merkir, vitjaðu NHQ økið at gera 'Nordic Badge', kláraðu punktini fyri 'Friendship Award' armbandið og mangt annað. Um kvøldið hevði eitt lið frá Suður Afrika bjóðað einari patrúlju (10 fólk) frá okkum við til eitt legubál saman við teimum. Til legubálið var so alt sum hoyrdi til, har bleiv sungið og sketchir spældar. Eftir legubálið var farið hvør til sín og so í teltini í song.

Hósdagin 6. august var so síðsti program dagur á legun og fyri okkum var tað náttúru program á skránni. Hendan dagin skuldu vit á eina heik gjøgnum náttúruna rundan um Jamboree økið og Aijsu býarpartin. Farið var avstað kl. 08:00 frá Jamboree'ini, har vit byrjaðu við ein túr gjøgnum náttúruna og skógin. Á vegnum vóru reyðar keylur, sum vístu hvønn veg vit skuldu ganga. Eftir at hava gingið eina løtu, komu vit til ein heyggj við flottum útsýnið yvir alla jamboree'ina. Her vóru so eisini fleiri patrúljumyndir tiknar áðrenn man spákaði víðari eftir skógargøtuni. Eftir at hava gingið uml. ein tíma í skógarlendinum, gekk leiðin inn til gøturnar í Aijsu, har vit vitjaðu tvey ymisk støð á vegnum. Fyrsti steðgurin var við eina fimleikahøll, har allir skótarnir fingu eina kalda fløsku av vatni, ið kom sera væl við, og sluppu inn í høllina at spæla ymisk spøl. Her var tað serliga "curling", ið var sera væl umtókt, har skótarnir í liðum trý og trý kappaðust móti hvørjum ørðum. Eftir at hava stuttleika sær eina løtu í fimleikahøllini, fóru vit víðari til gongu. Næsta vitjanin var við eitt gamalt japanskt familjuhús, ið var yvir 100 ára gamalt. Her fingu skótarnir at hoyra søguna hjá húsinum og sluppu inn at hyggja og slappa av eina løtu. Eftir at hava hvílt seg eina løtu, fóru vit so aftur til gongu og áleið kl. 12:30 vóru vit komin heimaftur til leguøkið og síðani í holt við at gera sær døgurða.
   Um kvøldið var so skipað fyri "útvekslings nátturða" saman við grannunum hjá okkum Svøriki, Bretland og Belgia. Her gjørdu vit tað, at vit sendu eina patrúlju til ávikavist Svøriki, Bretland og Belgia til døgurða og somuleiðis gjørdu tey. Soleiðis endaði tað við, at hvørt lið hevði eina føroyska, eina svenska, eina bretska og eina belgiska patrúlju til nátturða. Hetta var eitt stak hugnaligt kvøld, har skótarnir hugnaðu sær saman við ørðum skótum og fingu nýggjar vinir arðastaðni frá.

Fríggjadagin 7. august var so síðsti Jamboree dagurin á leguni, har tað bara var ein enda-hátíðarhaldið á skránni móti kvøldið. Hóast hetta var síðsti Jamboree dagurin, merkti tað ikki, at tað var síðsti dagurin á leguøkinum fyri øll. Vegna ymiskar flogferðir og tílíkt, var ymiskt nær fólk fóru heim frá leguni. Nøkur skuldu heim hetta kvøldið eftir enda-ceremoniina, men flest fóru dagin eftir tann 8. august og onnur m.a. vit, ikki fyrr enn tann 9. august. Øll tey, sum skuldu heim hendan dagin ella dagin aftaná, brúktu tað mesta av degnum uppá at pakka saman. Síðani hetta var síðsti almenni dagurin á leguni, brúktu nógvir av skótunum tíðina til ganga runt og býta um við tað, sum tey áttu eftir av merkjum og ørðum tingum.
   Kl. 17:30 skuldu vit so øll niðan til sub-camp teltið og ganga skrúðgongu inn til Arena'ina til stóra enda-hátíðarhaldið, ið byrjaði kl. 19:30 við einum flagg-showið. Eftir flagg-showið lærdu allir skótarnir "San-Bon-Jime", ið er ein traditionellur japanskur háttur at klappa uppá fyri at feira endan av einum tiltakið, í okkara føri Jamboree'ina. Við San-Bon-Jime klappar man trýggjar ferðir try klapp og síðani eitt klapp (3-3-3-1). Hetta endurtekur man so trýggjar ferðir har man millum klappini sigur Yo og Ha og endar við einum rópi t.d. Heeeey ella Woah. Tvs. at tað verður (1) 3-3-3-1 Yo (2) 3-3-3-1 Ha og (3) 3-3-3-1  Woah. Síðani vóru tvær gestarøður hildnar av ávíkavíst japanska ráðharranum fyri útbúgving og aðalskrivarin fyri United Nations. Aftaná røðurnar kom ein kendur japanskur gentubólkur ℃-ute uppá pallin og framførdi. Eftir framførsluna gingu allar tjóðirnar við sínum flaggi niðan á pallin og aðalskrivarin fyri WOSM helt eina røðu og síðani blivu tey trý fløggini WOSM flaggið, 23rd Jamboree flaggið og flaggið hjá japansku skótarøsluna tikið niður. WOSM flaggið givið til vertirnir fyri komandu Jamboree í Norður Amerika 2019. Síðani bleiv Jamboree sangurin sungin í felag og San-Bon-Jime klappað. Eftir tað kom síðsti tónleika bólkurin Marty Friedman á pallin og helt ein ordans konsert fyri skótarnar. Enda-hátíðarhaldið bleiv so enda við einum stórum fýrverkaríði áðrenn skótarnir fóru aftur til sítt leguøki at njóta restina kvøldinum.

Leygardagin 8. august var so síðsti dagur hjá okkum á Jamboree'ini. Her bleiv tað mesta av degnum brúktur til at rudda upp og pakka niður. Øll útgerð o.a., vit høvdu fingið, skuldi latast aftur til subcamp-teltið og teltini hjá okkum blivu givin burtur, tí tey vóru ov tung og stór at taka við heim. Tá ið øll teltini vóru tømd og pakkaði saman, varð stórur loppumarknaður hildin yvir øll tey mongu tingini, klæðir o.a. sum ongin beinleiðis vildi kennast við. Flest øll tingini høvdu eftir loppumarknaðin funnið sín eigara. Nøkur ting vóru, ið ongin vildi kennast við, og tey vóru so tíanverri bara koyrd burtur.
   Eftir nátturðan blivu so gas-køkarnir, tagteltið og restin pakka, tikið niður og latið inn við subcamp teltið. Um kvøldið gekk man fyri tað mesta bara runt og nýtti síðsti kvøldið á Jamboree'ini til tey umsíðir løgdu seg niður at sova undir opnum himli.

Tíliga morgunin eftir sunnudagin 9. augut vaknaðu vit kl. 05:00, og so fóru øll í holt við at pakka soviposar, liggjiundirløg og alt annað saman í ryggsekkarnar. Kl. 06:00 bleiv økið okkum eftirhugt og góðkent, og síðani fóru vit niðan í IST teltið at eta morgunmat og fáa sær matpakka. Kl. 07:30 fóru vit við bussi til Fukuoka Airport. Her tók tað rættuliga langa tíð at fáa øll incheckaði, men aftaná 3 tímar vóru øll inni og kl. 15:30 var flogið til Tokyo, har vit skuldu gista eina nátt á Narita Airport Hotel, áðrenn farið varð heim til Føroyar.